Hvat er ShimaCon?

 

 

Shimacon er ein stevna ætlað til at samsjóða tey, ið øll hava eitt til felag. Vit dáma øll eitt
ella annað "nørdut", um tað er Harry Potter, anime/manga, kortspøl, cosplay ella telduspøl.
Fyri okkum er stevnan her eitt frálíkt stað at koma at kenna fleiri fólk við sama áhugamál, og 
fáa nýggjar vinir! °˖✧◝(⁰▿⁰)◜✧˖°

 

 

Tað verður skipað fyri ymsum tiltøkum, ið umboða hesa áhugamál og meira til.

Nøkur dømi um hesi tiltøk, eru:

 

  • Magic the Gathering kapping

 

  • Cosplay-sniðgeving fyrilestrar

 

  • Anime spurnakapping

 

  • Tekken kapping

 

Og mangt annað! Sí Stevnuskrá og Kunning og fylg við tá fleiri tiltøk verða kunngjørd.

 

 

 

 

 

 

 

Hvat verður gjørt á stevnuni?

Vit hava nógv rúm, har ymiskt verður skipað fyri í hvørjum rúmi.

  • Fyrilestrar verða hildnir.

 

  • Um nóg nógv eru áhugaði, verður ein cosplay kapping, har fólk kappast um at vinna vinningar fyri besta cosplay plagg og bestu framførslu.

 

  • Sølubúð í auluni, har ymiskir lutir verða seldir á stevnuni, t.d. cosplay, parykkar, leyslutir og góðgæti.

 

  • Tað verður møguligt at biða um eitt photoshoot, um áhugi er fyri tí.
     

  • Tekniborð verða á økinum.
     

  • Eitt heilt rúm, har ymisk kortspøl og borðspøl verða til taks.
     

  • Gaming-rúm, har høvi verður at spæla spøl á ymiskum platformum.

 

  • Mini manga-bókasavn.
     

  • Mini biografur, ið vísur filmar og seriur alt døgnið.

 

  • Maid-Café, har køkur o.a. verður selt.
     

  • Gistingarhølið.

 

 

 

 

 

 

Hvar verður ShimaCon hildið?

Shimcon verður í ár hildið á Argja skúla sum er á ;
Argjavegur 32

Fun Fact: 

 

Við at býta navnið ”ShimaCon” í tvey, finnur tú upprunan og týdningin av orðinum.

 

”Shima” meinast oyggjar, umsett frá japanskum, meðan ”Con” er ein stytting fyri enska orðið Convention.