
Shimacon '17
Aftur í ár verður Shimacon á skránni, og hesa ferð verður stevnan hildin 5. árið á rað.
Sum áður vera nógv ymisk spennandi tiltøk fyri øll, sum vit koma at kunngera skjótt.
Millum annað:
- Kappingar sum Tekken-, Just Dance-, MTG kapping.
- Ymisk kreativ skeið sum t.d. cosplay-workshop, wig shop o.a.
- Biografur sum spælir frá stevnan byrjar, út í eitt, til hon endar.
- Maid Café. Ein japansk inspirera café har matur, snacks o.a. gott verða at fáa.
(Vegetarmatur er eisini at fáa)
- Bókasavn fylt við alskins manga-teknirøðum
- Søla av ymiskum awesome fandom tingum!
- Síðst men ikki minst, verða nógv fantastiskt smílandi fólk, og vónandi verður tú ein av teimum ;D
So gleð teg, tí tað verður stórt!
Stevnan verður hildin í høvuðsbygninginum í studentaskúlanum í Hoydølum.
(Glasir ,13 Sanatoriivegur, Hoyvík 188, Faroe Islands)
- Atgongumerkir fara at fáast til keyps á heimasíðuni, upp undir stevnuna.





